Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ægir-stevna leygardagin 9. desember 2006: Útskiljings-kappingar

Norðlýsið

Á Ægir-stevnuni seinasta vikuskiftið varð eisini skipað fyri nøkrum sonevndum útskiljings-kappingum

Umframt vanligu kappingarnar á Ægir-stevnuni seinasta vikuskiftið varð hesa ferð eisini skipað fyri nøkrum sonevndum útskiljings-kappingum millum teir vaksnu svimjararnar, sum er eitt sera undirhaldandi slag av svimjikapping, tí svimjararnir fleiri ferðir upp í slag skulu svimja teinin, til bert tveir av teimum eru eftir, og hesir svimja síðani ta endaligu finaluna.



Útskiljings-kappingarnar á Ægir-stevnuni vórðu avgreiddar inn ímillum hinar vanligu svimjikappingarnar, men her verða tær settar upp fyri seg í yvirlitinum niðanfyri.

Hetta slagið av svimjikappingum hevur sum skilst higartil ikki verið so nógv brúkt her heima, men eitt nú í kappingini Køge-Open, har Ægir, FS og Flot luttóku saman, vóru hesar kappingarnar tær mest spennandi at hyggja at, so óiva fara vit framyvir at síggja alt fleiri slíkar kappingar her heima – tað kann ein í øllum førum vóna sum áskoðari.

Útskiljingskappingar eru rættiliga øðrvísi fyri svimjaran enn vanligar kappingar á tann hátt, at svimjararnir skulu svimja teinin fleiri ferðir upp í slag, har bert tann aftasti hvørja ferðina verður koyrdur burturúr, og so svimja hinir umaftur, og soleiðis verður hildið fram, til bert tveir eru eftir, sum svimja ta endaligu finaluna.

Hetta slagið av kappingum gevur sostatt ein fyrimun til tann svimjaran, ið hevur góð evni og orku til longri teinar, meðan sprintarin verður eitt sindur verri fyri – her skal hann jú ikki svimja ein 100% sprint men fleiri upp í slag.

Hetta sást eisini aftur í kappingini, eitt nú í 50m frí hjá monnum. Á hesum teininum er Kristian Olsen í løtuni Føroya skjótasti, og hann vann eisini allar tær fyrstu ferðirnar, svomið varð hendan teinin í hesi kappingini. Men tá bert Kristian og Pál Joensen vóru eftir og svumu fyri seinastu ferð, var munurin teirra millum so lítil ella eingin, at dómarin gjørdi av at lata teir svimja finaluna enn einaferð, og TÁ var orkan uppi hjá Kristiani, sum er ein typiskur sprintari, og so vann Pál, ið hevur sera góðar gávur til langar teinar, hesa kappingina, hóast hetta var fyrstu ferð í hesi kappingini, at hann var fyrr á mál enn Kristian.



Úrslitini av útskiljings-kappingunum á Ægir-stevnuni vóru hesi (3 tey fremstu plássini):



Gull    Silvur    Bronsa

50m firvald ge.    Shaila M. Garðarnar (f.84) TS    Natalia Reinhardt (f.89) Flot    Hildur á Fløtti (f.93) FS

50m firvald dr.    Pál Joensen (f.90) VS    Kristian Olsen (f.85) Ægir    Pauli Ø. Mohr (f.91) FS

50m rygg ge.    Elspa Mørkøre (f.91) FS    Mona Simonsen (f.91) TS    Birita Debes (f.95) Flot

50m bringa dr.    Jákup Øssursson (f.89) FS    Pauli Ø. Mohr (f.91) FS    Bjarni M. Petersen (f.92) Ægir

50m frí ge.    Shaila M. Garðarnar (f.84) TS    Mona Simonsen (f.91) TS    Natalia Reinhardt (f.89) Flot

50m frí dr.    Pál Joensen (f.90) VS    Kristian Olsen (f.85) Ægir    Dánjal Martin Hofgaard (f.89) TS



Heiðursmekjabýtið millum svimjifeløgini í útskiljingskappingunum var sostatt hetta:



TS – Tvøroyrar Svimjifelag:    2 gull – 2 silvur – 1 bronsu

FS – Fuglafjarðar Svimjifelag:    2 gull – 1 silvur – 2 bronsu

VS – Vágs Svimjifelag:    2 gull – 0 silvur – 0 bronsu

Svimjifelagið Ægir    :    0 gull – 2 silvur – 1 bronsu

Svimjifelagið Flot    :    0 gull – 1 silvur – 2 bronsu

Harleyfacadeacryl