Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ægir til Íslands

Oliver Joensen

Í døgunum 16. august til 22. august, fer Ægir á venjingarlegu í Kópavogi í Íslandi har tey eisini skulu svimja ímóti íslendska navnabróðrinum "Ægir".

Søren Olsen frá Ægir sigur , at roknað verður við at eini 30-40 svimjarar og leiðarar fara at vera við í ferðalagnum. Kópavogur er vinarbýur hjá Klaksvík og tí verður venjingarlegan har. Seinasta freist at tekna seg við á túrin er 30. mai og ringjast kann til Søren Olsen á telefon 584485.

Ægir myndir
Fyri viku síðani var Jastrid Gulaksen í svimjihøllini við myndatóli sínum og tók hesar myndirnar:
Bjarni M Petersen, hevur kvalifiserað seg til DÅM, sum er heitið á kappingini "Dansk Årgangs Mesterskap", sum verður fyriskipað í Haderslev og Kolding ídøgunum 10.-11. og 12. juni.
Natalia Reinhardt er eisini við á eini mynd og hon er kosin besti kvinnuligi firvaldssvimjari føroyinga í 2005. Hon hevur føroyska metið í 100 og 200 m firvald og er nýkosin meistari á teinunum 50-100 og 200 firvald. Harumframt hevur hon kvalifiserað seg til Oyggjaleikirnar í Hetlandi í døgunum 9. til 15. juli. 
Kristian Olsen – Føroya besti sprintari – er kosin ársins frísvimjari stutt teina, hevur eisini kvalifiserað seg til Oyggjaleikirnar í Hetlandi.
Framtíðin hjá Ægi. Fýra ungar kvinnur, Monika Biskopstø, Susan Reinhardt, Poulina Øregaard og Gunrið Dam. vóru eisini í høllini tá myndafólkið vitjaði og tær hugnaðu sær óført.
Einligi svimjarin er Rúna Joensen sum luttók í føroyameistarakappingini fyri stuttum og kláraði seg væl hóast hon hevði drigist við sjúku beint uppundir kappingina.

Harleywoodpaint