Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ær og lamb ætlaðu sær til Barcelona

Danial Viðoy

Á flogvøllinum í Vágunum hendir mangt og hvat, allarhelst eisini mangt, sum ikki hendir nøkrum øðrum flogvølli. Í dag ætlaðu ær og lamb at kekka inn og flúgva til heitari lond, men til fánýtis.

Á flogvøllinum í Vágunum hendir mangt og hvat, allarhelst eisini mangt, sum ikki hendir nøkrum øðrum flogvølli. Í dag ætlaðu ær og lamb at kekka inn og flúgva til heitari lond, men til fánýtis.

Tað kann tykjast at ærin og lambið eru troytt av kalda summarinum, vit higartil hava havt í Føroyum. Lambið hevur enn ikki upplivað hita omanfyri 15 hitastig. Ærin, sum hevur fleiri royndir í lívinum, fann upp á ráð og leiddi lambið við sær á flogvøllin.

Men enn eru lógarheimildirnar soleiðis snikkaðar, at eingi standipláss eru í flúgvaranum. Tískil máttu ær og lamb vendast í durinum og fara út aftur í tað føroyska kalda summarið.

Ær og lamb hava annars valt ein rættan flúgvidag, tí í dag flýgur Atlantsflog nevniliga heilt suður til Barcelona. – Nei, seyður er ikki so býttur, sum hann sær út til at vera.

Tað burdi annars verið nokkso ’sheep’ at flogið nakrar seyðir.