Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ætla at leingja djúphavnina norðureftir

Tíðindaskriv

Fuglafjarðar havn hevur langan bryggjukant, men hóast hetta, er djúphavnin ov lítil til alt tað virksemið, sum er við havnalagið.

Tað eru bert fá ár síðan, at bryggjukanturin norður úr Pelagos-bryggjuni í Fuglafirði varð longdur við 60 metrum inn í krókin, har pierurin – ella útfyllingin – stingur út niðan fyri Havsbrún.

Frammanfyri uppsjóvarvirkið Pelagos og oljugoymsluna longur úti á Fuglafirði er eisini langur bryggjukantur.
Haraftrat er long bryggja allan vegin innan fyri Havsbrún, Havnarskrivstovuna og frammanfyri gamla Vónavirkið.
Men, alt hetta er ikki nóg mikið til tað virksemi, sum er í Fuglafirði.

Tað er bara, tá skipini ikki eru ov stór, at tað ber til at bunkra, landa og avskipa í senn á Fuglafirði.

Rólant Højsted, havnarmeistari, sigur, at tað er eitt ynski, at bryggjukanturin verður bygdur longur út eftir fjørðinum – ella norður eftir, sum tey siga í Fuglafirði.

– Ein slík ætlan hevur verið til umrøðu, har einir 80 metrar av atløgusíðu verða bygdir aftrat, men sum eg havi skilt, fyriliggur eingin tíðarætlan.

Havnarmeistarin vísir á, at ein slík útbygging hevði verið rættiliga munagóð, men hon liggur helst nakað frammi í tíðini.
Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, váttar, at hesar ætlanir hava verið uppi og vent í kommununi, men enn fyriliggur eingin tíðarætlan.

– Tað er bara, tá skipini ikki eru ov stór, at tað ber til at bunkra, landa og avskipa í senn á Fuglafirði, sigur havnarmeistarin, Rólant Højsted