Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ætlanin er ikki at seta ein nýggjan sjúkrahússtjóra

John William Joensen

Stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, Heri Ellingsgaard, váttar at teir tríggir sjúkrahússtjórarnir, hava samráðst við Heilsumálaráðið, um nýggja leiðslubygnað fyri føroyska Heilsuverki.

Stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, Heri Ellingsgaard, váttar at teir tríggir sjúkrahússtjórarnir, hava samráðst við Heilsumálaráðið, um nýggja leiðslubygnað fyri føroyska Heilsuverki.

Tað sum vit hava gingið við til er at tað fyrst og fremst verður ein leiðslubólkur við teimum trimum, sjúkrahús leiðslunum, sum kemur at leiða Sjúkrahúsverkið. Tað liggur ikki í kortunum at ein nýggjur sjúkrahússtjóri skal setast omanfyri verandi leiðslur, men at tað heldur verður ein av verandi stjórum, sum verður ovastur í leiðslubólkinum. Sostatt kann tað í prinsippinum, gott verða leiðslan á Suðuroyar- ella Klaksvíkar Sjúkrahúsið, sum hevur ovastu leiðsluna, sigur Heri Ellingsgard við Norðlýsið í kvøld.

Sambært stjóranum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, nevndi Sveinn Magnússon, sum var formaður fyri nýskipanarbólkin, hetta hugskotið um ein tílíkan leiðslubólk. Men at undirtøka var ikki fyri hesum í nýskipannarbólkinum og faktist bleiv uppskotið stemplað sum óbrúkiligt.


Vóru við til at taka avgerð um síni egnu størv

At teir tríggir Sjúkrahússtjórarnir hava samráðst við Heilsumálaráðið um framtíðar leiðslubygnaðin og harvið síni egnu størv, váttar eisini Jonleif Jóhannesen, formaður í tingbólki Javnaðarflokksins, á Facebokk, í svarið til grein á Norðlýsinum í kvøld.

Jónleif skrivar: “….Leiðslubygnaðurin, ið nú fyriliggur, er gjørdur í samstarvi við leiðslurnar á sjúkrahúsunum…..”