Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ætlar sær at fáast við list

John William Joensen

Fríggjadagin var móttøka á deildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í Klaksvík, í samband við at Ólavur Samson fór úr starvi

Heili 23 ár hevur Ólavur Samson verið sýnsmaður hjá tryggingasavninum. Í samrøðu við útvarp føroya segði Ólavur at í slíkum arbeiði far ein ikki nógvar vinir.
Men hetta man neyvan vera so galið, tí rættuliga nógv fólk løgdu leiðina framvið deildini at siga farvæl.
Tíðirnar broytast og starvið við at sína bilskaðar er munandi minka tí í dag er allar skipanir automatiseraðar. Tvs. at í dag er ikki so nógv hondverk í málinum, har tað er upp til sýnsmannin at meta um.
–  Eg havi leingi ætlað mær at arbeitt við at gjørt skulpturar og nú havi eg so møguleikan.Tó fari eg framvegis at arbeiða sum freelands sýnsmaður, greiddi Ólavur.