Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ættarliðsskifti á Tannlæknastovuni

NORÐLÝSIÐ

Um ársskiftið taka Jonna Sjúrðaberg og Halldis á Grønastøð við sum nýggir eigarar av Tannlæknastovuni, Oman Eið 8 í Klaksvík, eftir Hans Olav Hansen, sum í fleiri áratíggju hevur verið álitið innan tannlæknaviðgerð í Norðoyggjum.

Um ársskiftið taka Jonna Sjúrðaberg og Halldis á Grønastøð við sum nýggir eigararav Tannlæknastovuni, Oman Eið 8 í Klaksvík, eftir Hans Olav Hansen, sum í fleiri áratíggju hevur verið álitið innan tannlæknaviðgerð í Norðoyggjum.


Nýggju eigararnir víðka virksemið hjá Tannlæknastovuni, sum tíðliga í komandi ári fer at hava enn fleiri tannlæknar í starvi, og tí fer at kunna taka ímóti fleiri patientum.

Hans Olav Hansen, sum er søldfirðingur, giftist til Klaksvíkar við Jóhonnu, ættað av Vágsheygnum. Hann tók útbúgving sum tannlækni í 1974 og hevur síðani arbeitt innan bæði almenna og privata tannarøkt.

Tað var í 1982 at Hans Olav lat upp dyrnar á Tannlæknastovuni, og fyritøkan hevur sostatt 32 ár á baki, nú hann hevur tikið avgerð um at gevast sum eigari av hesi millum norðoyingar og mong onnur væl kendu Tannlæknastovu.


Nú eisini sertannviðgerð

Eitt ættarliðsskifti er sostatt við at henda á Tannlæknastovuni, men tað eru tó kend andlit, sum taka yvir.

Annar av nýggju eigarunum er nevniliga Jonna Sjúrðaberg, tannlækni, sum hevur drúgvar royndir í yrkinum, og sum síðan 1996 hevur arbeitt á Tannlæknastovuni.

Hin nýggi eigarin er Halldis á Grønastøð, ið hevur útbúgving sum sertannlækni.

Tannlæknastovan fer sostatt eftir nýggjár, umframt vanliga tannlæknaviðgerð, at veita sertannviðgerð, sum fevnir um tannrætting.

Eigaraskiftið fer formliga fram pr. 1. januar 2015.


Víðka og kunnu taka fleiri patientar

Tað hevur leingi verið ein trupulleiki hjá fólki her í økinum, at ov fáir tannlæknar hava verið í Klaksvík, men nú bøtir eigaraskiftið á Tannlæknastovuni um hesi viðurskifti.

– Í løtuni eru 2 tannlæknastólar á Tannlæknastovuni, men eftir eigaraskiftið verða vit fleiri tannlæknar í fyritøkuni, og tí víðka vit hølisligu karmarnar við 2 stólum aftrat, upplýsa tær báðar, Jonna og Halldis.

– Vit víðka sostatt um kapasitetin hjá Tannlæknastovuni, og tí fara vit at kunna taka ímóti fleiri patientum, tá ið nýggja innrættingin er gjørd tíðliga í komandi ári.

– Øll innkalling av patientum heldur fram óbroytt, og adressan verður tann sama sum higartil, Oman Eið 8 í Klaksvík, sum liggur stutt frá Norðoyatunlinum, beint oman fyri handilsøkið Klingrugarð.


Eitt gott lið av tannlæknum

Eftir eigaraskiftið á nýggjárinum fara hesir tannlæknar at starvast á Tannlæknastovuni:

Jonna Sjúrðaberg, tannlækni, varð útbúgvin tannlækni í 1996 á Panum í Keypmannahavn. Í 1996 byrjaði hon á Tannlæknastovuni, har hon sostatt higartil hevur arbeitt í góð 18 ár.

Halldis á Grønastøð, sertannlækni, varð útbúgvin tannlækni í 2001 á Panum í Keypmannahavn, og sum sertannlækni í 2011, eisini á Panum. Seinastu árini hevur hon burturav arbeitt og vunnið sær royndir sum sertannlækni.

Gunvør Skarðenni Petersen, tannlækni, varð útbúgvin tannlækni í 2012, eisini á Panum í Keypmannahavn, og hevur síðani 2012 arbeitt sum tannlækni, eitt skifti á Tannlæknastovuni í Fuglafirði og nú í Leirvík.

Hans Olav Hansen, tannlækni, varð útbúgvin tannlækni í 1974 á Københavns Tandlægehøjskole og hevur sum nevnt ógvuliga drúgvar royndir sum tannlækni. Eftir eigaraskiftið fer Hans Olav framvegis at verða knýttur at Tannlæknastovuni niðursetta tíð.


Móttøka verður í februar

Hóast hølini hjá Tannlæknastovuni skulu víðkast og lutvíst innrættast av nýggjum, so ætla nýggju eigararnir ikki at lata aftur av teirri orsøk – í øllum førum í sera lítlan mun.

– Ætlan okkara er, at hetta eigaraskiftið og tær hølisbroytingar, sum verða gjørdar, skulu órógva virksemið minst møguliga, siga nýggju eigararnir av Tannlæknastovuni í Klaksvík, Halldis á Grønastøð og Jonna Sjúrðaberg.

– Vit miða ímóti at koyra við fullari styrki frá og við februar mánað, og tá er eisini ætlanin at hava eina móttøku.