Sunnudagin 6. juni verður árligi familjudagurin og aðalfundurin hildin í barnagarðinum á Mýrunum í Runavík
Ætlanin við familjudegnum er fyrst og fremst at ættleiðingarfamiljur kunnu koma saman til hugna, spæl og prát. Á degnum heldur felagið eisini aðalfund, samstundis sum okkurt undirhald er til børnini.
Skráin fyri familjudagin:
- Kl. 13.00 Matur úr ymsum londum
- Kl. 14.30 Aðalfundur / tricking frálæra og spæl í Bylgjuni
- Kl. 15.30 Drekkamunnur
- Kl. 15.45 Frásøgn um ferð aftur til føðilandið Etiopia – Amy, Birgit og Helgi greiða frá
- Kl. 16.30 Avrundan
Tilmelding
Tað er ókeypis at luttaka, og tilmelding verður gjørd við at senda teldupost til svanna@vesturdal.com ella ring á 276126.
Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 28. mai 2021.
N.B. – legg til merkis at Tórshavnar Maraton er hendan dagin, so Hvítanesvegurin er stongdur millum 13 og 19.
Aðalfundurin
Øll nevndin stendur fyri valið, og eitt fleirtal stillar ikki upp aftur. Tí er vónin, at møtt verður fjølment, soleiðis at nevndin verður mannað, og felagið kann halda áfram.
Endamálið hjá felagnum er at virka fyri áhugamálum hjá ættleiddum, familjum teirra og hjá teimum, ið ætla at ættleiða. Virksemið hjá Ættleiðingafelagnum hevur støði í tørvinum og rættindunum hjá barninum, sum ásett í barnasáttmálanum hjá ST og Haag konventiónini viðvíkjandi altjóða ættleiðing.
Vónin er, at felagið framhaldandi kann virka fyri hesum áhugamálum, og annars verður við til at kunna og vegleiða um ættleiðing.
Familjur, sum hava ættleitt ella ætla at ættleiða kunnu verða limir í ættleiðingarfelagnum. Eisini kunnu vaksin ættleidd og familjur teirra verða limir.
Skrá fyri aðalfundin er hendan:
Val av fundarstjóra og fundarskrivara
Frágreiðing frá formanninum
Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi
Innkomin uppskot
Virkisætlan felagsins
Áseting av limagjaldi
Val av 4-5 nevndarlimum og 2 tilfakslimum
Val av 2 grannskoðarum
Ymiskt



