Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ævintýraheimurin Sesam Sesam upp í Skálanum í Norðurlandahúsinum

Oliver Joensen

Sámal Blak, scenografur og myndlistamaður, Jóhanna av Steinum, sniðgevi og listakvinna og Kjell Sundberg, SE, myndahøggari og listamálari, hava hvør sær skapt ævintýramyndir til Skálan í Norðurlandahúsinum.

Týsdagin 5. mars kl 17.00
letur Ævintýraheimurin Sesam Sesam upp í Skálanum í Norðurlandahúsinum.
Hjartaliga vælkomin!

Sámal Blak
, scenografur og myndlistamaður, Jóhanna av Steinum, sniðgevi og listakvinna og
Kjell Sundberg, SE, myndahøggari og listamálari, hava hvør sær skapt ævintýramyndir til Skálan í Norðurlandahúsinum.
Út frá hasum, siga svenski frásøgumaðurin Per Gustavsson og føroyska Katrin Petersen frá søgum. Altjóða frásøgudagur er hvørt ár í mars, og í ár hevur Norðurlandahúsið gjørt av at halda frásøgudagar í heilar tríggjar vikur. 5. Mars letur ævintýraheimurin upp.

 Millum 6. og 22. mars kunnu dagstovar og skúlar koma til søgutiltakið “Sesam Sesam”. Framsýningin er opin hvønn dag fram til 22. mars. 9. mars, 16. mars og 22. mars verða frásøgukaféir fyri familjur, fyri vaksin og eitt, har tey vitjandi sjálvi fáa vegleiðing í at siga frá. Tvey frásøgufólk verða hesar tríggjar vikurnar, og trý kend listafólk hava skapt verk við íblástri úr ævintýrum til høvið, so tit fáa søgur bæði til eygu og oyru. Annað frásøgufólkið er Per Gustavsson úr Svøríki, sum hevur verið við til at stovna frásøgusavnið í Ljungby í Svøríki (www.sagomuseet.se). Per hevur skrivað barnabøkur og sagt frá í nógv ár, og svenski staturin letur honum lívstíðar starvsløn fyri arbeiðið sum forteljari. Hin forteljarin er Katrin Petersen, sum vit mest kenna sum sjónvarpsjournalist, men sum eisini hevur arbeitt innan ferðavinnu og upplivingar, eitt nú skipaði hon fyri frásøgutúrum á Sandi fyri børn og vaksin. Hon hevur eisini fortalt á frásøgudøgum í Norðurlandahúsinum. Umframt at verða forteljari, hjálpir Katrin við at umseta, um onkur ikki skilur Per. Listafólkini eru hesi trý: Kjell Sundberg, sum er myndahøggari og eisini ein teirra, sum stovnaði Sagomuseet i Ljungby. Jóhanna av Steinum, sum bindur eitt landslag við íblástri úr ævintýrunum, sum Dr. Jakobsen savnaði. Sámal Blak, senografur, og sum er við í einum operatoymi, sum er tilnevnt altjóða virðisløn í Onglandi. Sámal hevur skapt tríggjar myndir til Ævintýraheimin. Dagstovnar og skúlar kunnu tekna seg á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum. So fáa teir eina tíð sendandi. Ein pdf-ur av faldaranum fyri frásøgumánaðin “Sesam Sesam” verður sendur í næsta teldubrævi. Faldarin er gjørdur til at prenta út – og falda! Tit eru altíð vælkomin at venda tykkum til undirritaðu, um tit hava spurningar ella ynskja at hitta listafólkini.

Hedvig Westerlund-Kapnas

verkætlanarleiðari /project coordinator

mini-IMG_170x150NORD_NHFO_FO_600RGB

Norðurlandahúsið í Føroyum

pb 1260

FO 110 Tórshavn

Føroyar /Faroe Islands

hedvig@nlh.fo

tlf +298 210125

www.nlh.fo

www.listaleypurin.fo

Hedvig Westerlund-Kapnas

verkætlanarleiðari /project coordinator

mini-IMG_170x150NORD_NHFO_FO_600RGB

Norðurlandahúsið í Føroyum

pb 1260

FO 110 Tórshavn

Føroyar /Faroe Islands

hedvig@nlh.fo

tlf +298 210125

www.nlh.fo

www.listaleypurin.fo

Harleywoodpaint