Leygarmorgunin var almenn móttøka í nýggju, sera snotiligu, hølunum hjá frisørstovuni Afrodite í Klaksvík.
Joan Baldvinsson, Jóna Eydnugarð og Jórun Mc.Leod eiga frisørstovuna, sum nú liggur munandi betri fyri.
Hølini á Klaksvíksvegi 58 eru sera rúmlig og umframt frisørstovu geva tær tríggja holla ráðgeving innan lit- og hárproduktir.
Vit vitjaðu við myndatólinum og umframt pinnamat og annað gott so hevur nýggja frisørstovan eina stóra altan har vit sótu í góðveðrinum og drukku ein kaffimunn – við sera goðum útsýnið.
sí myndir




