Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aftonbladet langar út eftir AIK

Jákup Ósá

Í svenska miðlinum verður tað ikki væl móttikið, at svenska stórfelagið AIK bara megnaði javnleik í Føroyum móti KÍ.

Yvirskriftin á Aftonbladet er >>AIK:s fiasko – nollat av KI från Färöarna<<

Aftonbladet skrivar, at hóast AIK fekk dreymalutakast, so eydnaðist bara at fáa javnleik. Blaðið skrivar, at hóast KÍ er eitt lið, sum vanliga ongar trupulleikar eigur at geva AIK fyri at koma víðari, so byrjaði AIK við nærum sterkastu uppstilling, tó við Kristoffer Olsson og Henok Goitom á bonkinum.

AIK hevði sera trupult við at skapa mál møguleikar. Men royndi leikarin Stefan Ishizaki hevði tó so mikið av sjálvsáliti, at hann segði, at 0-0 er tó ikki verri enn so, at hetta fer AIK at klára lættliga á heimavølli.

– Hetta er trist. Við skapa ongar 100 prosent møguleikar. Men teir liggja tætt við 9 leikarum í egnum brotssteigi. Tá verður tað trupult, segði hann við Aftonbladet.