Um tveytíðina í nátt, kom Líðhamar á Klaksvík, eftir at hava roynt við Ísland í 9 dagar. Peter Joleiv Svøðstein, skipari segði, at túrurin hevði heppnast væl. Vit høvdu gott veður og royndu so gott sum ótarnaðir hvønn dag. Tað var ikki nakað rok, men gott fiskarí hvønn dag.
Líðhamar royndi við snellu eftir upsa, eitt sløð av kongafiski hava teir eisini.




