Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aftur av íslandsmiðunum

Oliver Joensen

Líðhamar og Norðsøki komu á Klaksvík ímorgun. Teir hava verið við Ísland á snelluveiðu. Líðhamar hevði um 43.000 pund av upsa, ímeðan Norðsøki metti seg til á leið 50-60.000 pund.

 Líðhamar hevur afturat tí teir høvdu í lastini í morgun, lagt um 20.000 pund upp í Oyggjunum. Norðsøki hevur somuleiðis landað í Vestmannaoyggjunum, teir hava lagt upp har 4 ferðir, áðrenn teir hesaferð avgjørdu at koma hendavegin.

Tað hevur ikki viðrað so væl undir Íslandi hjá stóru útróðrarbátunum í ár. Meira í Norðlýsinum í morgin.