Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aftur ein góður Norðlýsistúrur!

(Hannefía Joensen)

Vit hava í kvøld, 17. sept., frætt frá ferðaliðnum, sum við Alex og Norðlýsinum fór við Norrøni og víðari fram at sigla við ferðamannaskipinum Sanssousi eftir Oder ánni í, sum kunnugt rennur ímillum Týskland og Polen.

Ferðafólkini lata sera væl at túrinum og hava uppliva eina heilt unikka ferð.

Í kvøld var skipa fyri Gallakvøldið um borða á Sanssousi har borðreitt var við ikki minni enn 6 rættum. Í morgin fara tey seinasta strekki til Berlin, eftir eini kanal sum er grivin úr Oder ánni og til stórbýin. Úr berlin verður farin við bussi til Esbjerg har ferðalagi fer umborð á Norrøna leygardagin.

Á myndunum sæst miullum annað Sanssousi og myndir frá Gallakvøldinum, legg til merkis løgna stýrhúsið, sum verður tikið niður í skipið tá ið farast skal undir lágar brúgvar, tað er Eyðfinnur Hansen sum stendur við brúnna tá ið hon er lág og høg.

Ferðalagi sendir øllum avvarandi heima tær bestu heilsanar, vit hava tað øll framúr gott.

Meira um túrin verður at lesa á heimasíðuni tá ið tey eru komin heim aftur.

Harleyfacadeacryl