Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aftur ein javnleikur

Jákup Ósá

(Dystarfrásøgn) Hóast KÍ leikti meir enn ein hálvleik í yvirtali, so eydnaðist tað ikki at vinna dystin. 

KÍ venjaratoymið hevði ikki valt at gera nakra broyting íuppstillingini í mun til seinasta dyst. Hjá AB var Ahmed Keita við frá byrjan. 

AB byrjaði betri

Fyrsta knappa hálva tíman var tað AB, ið hevði yvirvág í spælinum. Teir finguhildi spælinum á KÍ hálvuni, men nakrir stórir mál møguleikar bleiv tað ikkitil. KÍ spældi nógv uppá at senda bóltar afturum AB verjuna úti í síðunum, menantin var tað rangstøða ella blivu temjingarnar ov vánaligar til at fáa nakaðburturúr. Men tá so 34 minuttir vóru leiktir skoraði KÍ. Kristoffur Jakobsen komeinsamallur ígjøgnum og fór um koll. Brotsspark segði Alex Troleis og tá hanndømdi brotsspark, so mátti hann eisini geva reytt kort. Á endurtøkunum sæsttýðuliga, at talan ikki var um brotsspark. Atli Danielsen skoraði trygt. Hettagav KÍ liðinum eitt sindur av friði og sjálvsáliti, men gott spæl bleiv taðongantíð.


Undirmannaða AB liðið kom aftur 

Í seinna hálvleiki bleiv talan um ein javnan dyst. AB liðiðstríddist fyrimyndarliga við 10 leikarum, men stórir møguleikar komu framvegisikki og spælið var rættuliga rótut. Tá Heðin Klakstein og Ísak Simonsen komuinn í 72. minutti fekk KÍ nógv betri tak á dystinum eina góða løtu og serligaHeðin spældi væl. Páll A. Klettskarð fekk tann størsta møguleikan, men MikkjalT. Hentze fek takla fyri í evstu løtu. Tá so KÍ ikki fekk avgjørt dystin, sokundi AB altíð fáa ein møguleika til endans og skora. Og tað var hetta, iðhendi í 93. minutti. Langur bóltur bleiv sendur fram, har AB leikari fekksnitta hann víðari til Karstin Højgaard, sum var tryggur frammanfyri málinum.   

 

Javnleikurin flutti einki 

Skal ein taka samanum, so var hetta ikki ein av bestudystunum hjá KÍ í ár og stóru profilarnir høvdu tað trupult. Ov lítið bleiv gjørt fyri at fáa avgerandi næsta málið ídystinum og tað loyvdi AB at fáa eina stigið. Dysturin hevði fáar stórar málmøguleikar í sær. Javnleikurin kundi ikki brúkast til stórvegis hjá nøkrum avliðunum. AB liggur framvegis aftast, meðan KÍ liggur mitt ímillum øll liðini,sum stríðast um 2. plássið.