Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aftur ein netverksfundur í VLR

Vinnutíðindi

Einar fimm ferðir árliga koma vinnulívsfyritøkurnar í Vinnulívsráðnum saman í Klaksvík.

Týsdagin 13. november  kl. 9.30 verður Nema, á Stangavegi 53, vertur fyri netverksfundinum, har  frágreiðingar og prát verða á skrá.

Byrjað verður við kaffi og rundstykkjum og práti millum luttakararnar. Síðani fer Oliver Thomsen, ráðgevi, at greiða frá upprunanum til og søguna um Com-Data. Aftaná fer Júst í Túni , stjóri á Nema, at tosa um virksemið hjá Nema.

Tað verður so høvi til at seta spurningar hjá luttakarunum og eitt gott prát. 

Vinnulívsráðið í Klaksvík, sum hevur meiri enn hálvthundrað limir, hevur meiri enn fjórðingsøld á baki, er felagsskapur av vinnulívsfyritøkum í Klaksvík og fyritøkum við tilknýti til Klaksvík.