At KÍ kvinurnar eru nakað heilt fyri seg er sjón fyri søgn – tí í dag vann KÍ føroyameistaraheitið í deildini Gentur 10-12 ár
Seinra finaluumfarið var leikt á Argjum í dag.
KÌ var eitt stig framan fyri HB – men í fyrsta dystinum í morgun leggur KÍ út við at tapa móti AB.
Tí betur tapi HB sín dyst móti B36 – og so kom KÍ aftur við einum 4-0 sigri móti B36.
Í seinasta dystinum móti HB – legði HB betur út og var á odda 1-0 í hálvleikinum.
Eyðvør Klakstein skoraði síðani tvey fyri KÍ. Dysturin endaði 2-1 til KÍ og næsta Føroyameistaraheitið í ár var veruleiki.
Eiga nógv meistaraheiti
Fleiri av ungu KÍ leikarunum eru vanir við at vinna FM
T.d. er hetta fimta FM-heitið á rað hjá Eyðvør Klakstein.
Tina Joensen, Mina Syrdal, Maria Thomsen og Sigrun Syrdal hava vunnið fýra meistaraheitir á rað.
úrslit:
KÍ-AB 1-2
Ásla Johannesen
KÍ-B36 4-0
Eyðvør Klakstein 2
Maria Thomsen 2
KÍ-HB 2-1
Eyðvør Klakstein 2
Endaliga støðan í Meistarabólkinum
KÍ 13
AB 9
HB 7
B36 4
Norðlýsið ynskir KÍ hjartaliga tillukku við FM heitinum




