Hetta siga fyrireikararnir handan LIVA tiltak, ið verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 15. mai, frá kl. 17-20.
Hesuferð er tað kenda Thorbjørg Hafsteinsdottir, ið kemur at oysa av sínari vitan.
Alt er broytt
Upprunaliga var talan um eitt skeið og fyrilestur, í døgunum 15. og 16 mai. Nú verður hetta kóka saman til eitt spennandi LIVA tiltak fríggjadagin 15. mai, frá kl. 17.30 til 20.30
Øll kunnu vera við
Ein snøggan kropp og flatan búk, hvør vil ikki hava tað? – men útsjónd er ikki alt, siga tey á LIVA, tí nógvar ferðir meira týdningarmikil er kropsliga og sálarliga vælveran – útsjóndin er gott afturat, og tað er júst hetta, ið Thorbjørg fer at leggja dent á, navnliga: heilsu, vælveru og ein snøggan kropp.
Thorbjørg Hafsteinsdottir hevur skrivað fleiri bøkur um kost og heilsu, og er nógv eftirspurd, sum fyrilestrar haldari í Danmark, Íslandi og í Noregi. Hóast hennara tilgongd til eitt heilsubetri lív, í onkrum førum hevur elvt til kjak, siga tey frá LIVA, at hon, sum fáur megnar at vísa gongdar leiðir, ið geva okkum orku og vitalitet og ger okkum før fyri at stevna út um lívsstíl sjúkur.
Vinmenn, vinkonur og bindiklubbar
Fyrireikararnir siga, at LIVA tiltakið hesi ferð, skal hava dám av einari hugnaligari løtu, har ein fær íblástur og vitan, og tí er tað eisini væl egnað, sum eitt tiltak, ið vinfólk fara til í felag. Luttakararnir verða bodnir vælkomin við einum brellibita, síðani verður orðið latið til Thorbjørg. Eitt avbrot verður, har okkurt leskiligt verður at fáa, og sjálvandi møguleikin at fáa eitt prát við Throbjørg. Síðani endar Thorbjørg við at geva ítøkilig og góð ráð, sum hvør einstakur kann taka við sær heim.
Á heimasíðuni www.liva.fo er meira kunning um tiltakið og um hvør Thorbjørg Hafstenisdottir er.
Tað ber til at tekna seg til tiltakið á heimasíðuni www.liva.fo, men atgongumerkið kunnu eisini keypast frá Magn í Klaksvik, í Gøtudalið og i Tórshavn.




