Legendarisku The Birds við uppruna manningin Petur Hans Poulsen, gitar, Sigbrand Johansen, klaver, Niels í Horni, bas, og Sonhard Johannesen, trummur, fara á pall leygarkvøldið 5. mai, tá Aftur í 60’ini – legendskonsert og stórdansur verður í Badmintonhøllini í Klaksvík.
The Birds var húsorkestur í Atlantis frá 1966 og spældu har til 1977. Tónleikurin teir spældu var m.a. hjá Beatles og egi tilfar. Best umtókt av egnu løgum teirra frá 1968 var “Remember”, sum verður á skránni leygarkvøldið í Badmintonhøllini í Klaksvík.
Atg.m. á kr 250 eru til keyps í Faststøðunum kring landi, í Leikalund, á www.atgongumerki.fo og kr 300 við dyrnar.
Vegna fyrireikarnar
Jógvan Andrias Joensen



