Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aftur í ár er lítið avreitt av botnfiski

Helgi Abrahamsen

Avreiðingarnar av botnfiski hava verið á nøkulunda sama støði tríggjar teir fyrstu árðsfjórðingarnar í ár sum sama tíðarskeið í fjør.

Avreiðingarnar av botnfiski hava verið á nøkulunda sama støði tríggjar teir fyrstu árðsfjórðingarnar í ár sum sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir ein uppgerð á heimasíðuni hjá Hagstovu Føroya í dag.

Av toski og upsa er sama nøgd landað higartil í ár, meðan hýsunøgdin er vaksin 15 %. Nøgdin á flatfiski er vaksin ein lítlan triðing í ár.

Um hugt verður eftir virðinum á avreiðingunum, so vísir tað, at prísirnir fyri botnfiskin roynast eitt vet verri í ár enn í fjør. Tó er avreiðingarvirðið nakað frægari tá øll veiðan verður tald við.

Tølini hjá Hagstovuni vísa, at síðani 2002 er nøgdin av botnfiski støðugt minkað, og hevur seinastu 4 árini ligið á einum javnt lágum støði.

Tað skal tó takast við í hetta roknistykkið, at avreiðingar av feskfiski eru uppgjørdar í landaðari vekt, tað vil siga, at tað verður ikki lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað runt/óviðgjørt.

Les eisini greinina “Hagtøl kunnu vera góð – men fiskiskapurin er nógv betri”, sum vit skrivaðu fyrri í ár.