Ein kanning, ið er gjørd av Mads Engberg greinari hjá danska handverkaráðnum, vísur at smærri og miðalstórar fyritøku síggja ljósari uppá framtíðina.
Tó at tíðirnar enn eru daprar, so hómast ein lítil glotti í hugburðinum mótvegis ílegging.
Fyri fyrstu fer síðani 2006 veksur optimisman aftur hjá teimum smærri og miðalstóru fyritøkunum innan handverk í Danmark. Greiningar vísa, at fyrstu tekini uppá eina vend eru at hóma. Niðurgongdin er steðgga og íleggjarahugurin er á veg aftur.
– Tær smærru og miðalstóru fyritøkurnar eru enn í stórum fíggjarligum trubuleikum, men íleggjarahugurin er so smátt við at koma aftur. Í besta føri er botnurin náddur, sigur greinarin Mads Engberg fyri handverkararáðið.
Kanningin er gjørd millum uml. 1000 fyritøkur, og er gjørd út frá ymiskum fortreytum. Kanningar hava verið gjørdar síðani 2004, og hava víst at vera sera eftirfarandi.
Tó at íløguhugurin er vaksandi, er fíggjarliga orkan ikki nógv stór hjá fyritøkunum. Bankarnir eru enn eitt sindur trekir, og krevja meiri enn fyri nøkrum árum síðani.
Meiri kann lesast um kanningina her:
http://www.hvr.dk/nyheder—analyser/pressemeddelelser/2009.aspx?M=News&PID=8846&NewsID=2149




