Olja á Borðoyarvík sær út til at vera ein afturvendandi trupulleiki. Imorgun ringdu fleiri og boðaðu frá hesum trupulleikanum.
Tá vit so koyrdu ein túr út á Skarðhamar við myndatólinum, var ongin ivi, ein filmur lá frá Oyri og heim ímógi ánni í Grøv.
Vit søgdu sum vit plaga myndugleikanum frá. Sum vit skilja, so er ikki nógv olja á sjónum tá bert filmur sæst, tí oljufilmurin fyllir nógv í ummát, men er sera tunnur. Sagt verður eisini, at oljan fordampar skjótt.
Hinvegin er ikki rætt, at olja lekur á sjógv. Sjálvt lítlar mongdir skaða umhvørvið, og tí eigur at vera bundið um heilan fingur og syrgt fyri at olja als ikki fer á sjógv, heldur ikki í smáum nøgdum so vítt sum til ber.
Hetta er aðru ferð innan heilt stutta tíð at vit her hava boðað frá olju á Borðoyarvík, tað kann ikki vera nøktandi hjá okkara umhvørvismyndugleikum.




