Hesaferð hevði Slættaberg trupulleikar tá hann skuldi leggja at kaj á Kósini. Skipið var ov tungt, og stóð, áðrenn tað kom til kaj.
Tískil máttu teir liggja góða løtu og pumpa úr skipinum, at lætta tað eitt sindur, soleiðis at teir kundu koma til kósabrúnna, hósdagin í síðstu viku.




