Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aftur til arbeiðis

John William Joensen

Manningin á Norðborg og Christian í Grótinum hevur lutvíst havt eina ótilætlaða feriu í seks vikur, meðan bíðað hevur verið eftir fiskiloyvinum í seks vikur. Teir fóru nú avstað aftur um miðnáttina.

Manningin á Norðborg og Christian í Grótinum hevur lutvíst havt eina ótilætlaða feriu í seks vikur, meðan bíðað hevur verið eftir fiskiloyvinum í seks vikur. Teir fóru nú avstað aftur um miðnáttina.

Kunngerðin bleiv lýst fríggjadagin og leygardagin komu fiskiloyvini. Norðborg, sum hevur ligið í Norðhavnini, fór á Fuglafjørð at taka nakað av olju í gjárkvøldið, meðan Christian í Grótinum innskipaði nakað av pakkningi og so fóru teir báðir at sigla á fiskileið um miðnáttina í gjárkvøldið.

Føroysk skip kunnu fiska 140.940 tons av heildarkvotuni av makreli í ár, sum er 156.240 tons. Av teimum 140.940 tonsunum kunnu 46.850 tons fiskast í ES-sjógvi og 54.684 tons í norskum sjógvi.

Føroyska heildarkvotan eftir norðhavssild er sett til 40.000 tons, og aftur í ár eru tað bara nótaskipini, sum fáa eginkvotur, meðan allir aðrir skipabólkar skulu fiska av felagskvotu við hámarki.

Umframt tað av heildakvotuni av makreli, sum er býtt til teir ymsu skipabólkarnar, eru millum annað 6.500 tons av makreli sett av í umbýti við onnur lond, og eru tey ætlað línuskipunum at býta um við botnfisk í íslendskum sjógvi, sum nú verður tingast um.