Atlantic Airways vendi aftur til Bergen í morgun, tí tekniskir trupulleikar við flappsunum.
Ávegis til Føroyar fekk eitt av flogførunum hjá Atlantic Airways trupulleikar við flappsunum. Tí mátti flogfarið venda til Norra fyri at fáa ein størri bána at seta seg á og fáa greiðu á og betra um tekniska trupulleikan.
Eitt av ferðafólkunum, ið var við flogfarinum, sigur við Norðlýsið, at tað var ein fínur flúgvitúrur allan vegin, men tá tey nærkaðust Føroyum, segði flogskiparin, at ein lampa lýsti, sum boðaði frá, at okkurt var sum tað ikki skuldi. Eina løtu seinni komu flogternurnar runt og fortaldu okkum hvat var á vási og søgdu, at flogfarið var á veg til Bergen. Tað var ongantíð panikkur í, og at tey fingu støðuga og fyrimyndarliga kunning um støðuna.
– Vit fingu boð um at fyrireika okkum til eina harða lending – vit skuldu bukka okkum frameftir og halda hendurnar yvir nakkan. Lendingin kendist tó ikki serliga hørð og alt var róligt í flogfarinum, men tað er rættiliga irriterandi, at vit ikki koma heim til tíðina, sigur ferðafólkið við Norðlýsið.
Í Bergen fáa tey nú okkurt at drekka og at eta. Eitt flogfar er farið úr Føroyum eftir ferðafólkunum, soleiðis at tey kunnu koma til Føroyar sum skjótast.




