Ein stórur Klettur er loysnaður uppi á Hamri og menn meta at vandi er fyri at hann dettur oman um illa vil til.
Frá heimildarmanni hava vit júst fingið hesar reglur: Ímeðan menn í oysandi regni gjørdu klárt at koyra í brunn hósdagin 4. august, hoyrdist brádliga eitt ljóð koman oman úr haganum. Allir hvukku við og hugdu niðaneftir. har fekst skjótt eyga á niðasta hamara, sum hevði fingið ein nýggjan brúnan blett. Eisini hoyrdust smærri steinar rulla nakað omaneftir.
Tað varð greitt, at stórur klettur var loysnaður úr ovara parti av hamrinum og var dottin niður á niðaru helvt.
Hesin varð so liggjandi ar hann datt. Mánadagin 8. august varð so brunnurin fyltur.
Aftaná fóru menninir niðan at hyggja´ at klettinum. Leystliga mett vigar hesin eini 3-5 tons og er skapaður nokkso rundur. Har, sum steinurin liggur, er nokkso bratt, so um steinurin fer á rull, kann lættliga stórur skaði standast av. tað einasta, sum heldur hesum steini frá at fara á rull, er ein nakað minni spískur steinur, sum liggur nær við kantin á hamrinum.
Undirlagið er nokk ikki av tí allar besta, so um tað fer at regna illa aftur, so kann kletturin fara á rull.




