Útvarpið bað blaðstjóran á Norðlýsinum um eina afturlítandi grein í samband við nýggjárssending. Her er so tað, útvarpið sendið.
Á politiska økinum er málið um eitt valdømi nógv tann størsta hendingin í árinum, og spurningurin um, hvussu málið kom fram og víðari handfaringin, til tað var viðtikið við sera teprum meiriluta á Føroya Løgtingið, hevur fylt nógv í Norðlýsinum hetta árið. Nógv bendir á, at málið framhaldandi fer at verða nógv viðgjørt í komandi ári.
Málið er ikki nýtt, men hevur hvørja ferð verið vrakað av løgtinginum – seinastu ferð, nú Sjálvstýrisflokkurin, ið bert hevur eitt umboð á Tingi, royndi seg við tí herfyri. Vit løgdu til merkis, at løgmaður í stuttari viðmerking í løgmansrøðuni á Ólavsøku kom við einum veikum og heldur ómotiveraðum boðskapi um, at hann persónliga gekk inn fyri landinum sum eitt valdømi.
Síðani hoyrdist onki meir um ynski løgmans, og fáur mundi tí geva spurninginum gætur. Málið sum heild varð ikki tikið upp á tungu, fyrr enn løgtingsformaðurin, sum ketta úr høvdatrogi, knappliga segði seg hava varhugan av, at meiraluti fanst í tinginum fyri at skipa Føroyar sum eitt valdømi. Samstundis vildi hann seta seg í samband við alt Tingið, bæði samgongu og andstøðu, fyri at fáa hetta váttað. Løgtingsformaðurin helt seg vera tann rætta at taka sær av hesum torføra máli, tí flokkarnir vóru so ósamdir, segði hann.
Vit høvdu bitið merki í, at ávísur aktivitetur um hetta mundið var ímillum Løgmann og Løgtingsformannin, partvíst í duldum, og hesaferð vóru vit so á varðhaldi. “ Korta nei til eitt valdømi” var byrjanin til eina langa røð av oddagreinum í Norðlýsinum, har vit funnust at mátanum, málið var handfarið uppá. Vit vístu á, at málið var púra ófyrireikað, og ivasamt var, um løgtingsformaðurin sambært fyrisitingarlógini hevði heimild at leggja tað á tingborð. Vit vístu á, at Tingið fyri stuttum hevði vrakað sama uppskot frá sjálvstýrisumboðnum, og vit skuldsettu nú bæði løgmann og løgtingsformann, sum eftir okkara tykki í felag varaðu av uppskotinum, eins og sjálvstýrisumboðið á sinni fyri Jerry Mandering, t.v.s. bert at skapa sær sjálvum fyrimun fyri at verða afturvaldir, við uppskotinum, sum vit mettu vera skaðiligt fyri partar av landinum, serliga útjaðaraøkini. Um hetta mundi kom løgtingsformaðurin eisini við uppskoti um nýtt løgtingshús “ fram við sjóvarmálanum” – so tekin vóru um útgjarðing í stórum stíli hesa tíðina.
Sakkunnleikin tók undir við okkara sjónarmiðum. Hetta styrkti okkum í vónini um, at Tingið fór at vraka uppskotið, serliga eftir at Rættarnevndin hevði hoyrt frægastu serfrøðina,innanlands og einstakar uttanlands við, úttala seg. Løgmaður var merkiliga fráverandi og tigandi hesa avgerandi tíðina. Hann var sjálvandi seinasta vón, sum neyðbremsan, ið kundi steðga málinum, men hóast hann, afturkomin, eftir okkara tykki bert gjørdi eina forkølaða roynd at útseta ígildiskomuna, so varð málið øllum kunnugt samtykt.
Tá atkvøtt varð, tók málið eina óvanliga vend. Spenningurin var í hæddini, tá atkvøðugreiðslan vísti, at tað stóð á jøvnum í samgonguni, og tað í veruleikanum var upp til andstøðuna at avgera endaliga úrslitið. Øll vistu, at uppskotið gav smáu flokkunum fyrimun, meðan ósemja var í Tjóðveldinum, sum fleiri mettu fór at fella málið. So var kortini ikki. Málið var samtykt, við einstøkum limum úr øllum flokkum og einmæltum Miðflokki.
Vit virða sjálvandi løgtingsavgerðina, men eru framvegis sannførdir um, at handfaringin var illgrunasom og klombrut, og at avgerðin er skaðilig fyri ávís økir í landinum. Afturlítandi kann tað undrað, at almennu miðlarnir gjørdu so lítið burtur úr einum so avgerandi álvarsmálið.
Tað er eisini at undrast á, hvussu lætt tað var at fáa málið lagt fram og samtykt. At málið ikki var nóg væl fyrireikað av løgtingsskrivstovuni, síggja vit í dag, har spurningarnir hópa seg upp á flestu økjum, eitt nú viðvíkjandi uppstillingini, hvør kemur inn fyri løgmann og landstýrismenn sum avloysarar o.s. fr. Lokalu valfeløgini fara ivaleyst í søguna, og hava sum so onga missión, nú uppstillingin í veruleikanum verður stýrd sentralt, sum vit hava sæð fleiri dømi um longu nú. Hetta førir uttan iva til at fólk missa áhuga fyri politikki, og at valluttøkan sum frálíðir verður minni.
At málið setur split ímillum politiskar flokkar eins væl og innanflokka, at fólk og økir verða sett upp ímóti hvørjum øðrum, eru vit dagliga vitni til. Um grundgevingarnar hjá uppskotsstillarunum, við at lokalmálini nú verða færri, og at kvinnurnar nú verða væl fleiri á Tingi, fara at halda, man vera meira enn ivasamt. Tað veldst m.a um, hvussu miðlarnir fara at definera “lokalmál” í komandi tíðum. Um definitiónin verður sum í tíðingasending nú um dagarnar, har journalisturin spurdi, um áhugin hjá viðkomandi fyri flogvøllinum í Vágum, ikki bert var tí tað var “ eitt lokalmál í Vágum?”- so er veruliga vandi á ferð.
Norðlýsið fer at fylgja væl við gongdini komandi, nú floksformenn góvu lyfti um at arbeiða fyri “alt landið,” sum tingfólk sjálvandi hava skyldu til, og hvussu landsins peningur verður nýttur í komandi tíðum í ymsu økjunum. Vit á Norðlýsinum vera framvegis á varðhaldi og uppgávurnar vera ivaleyst nógvar, tí, sum vit hava sagt,” nú vendist neyvan aftur.”
Til tá fara vit at ynskja øllum landsmonnum okkara “eini gleðilig jól, og eitt eydnuberandi nýggjár.”
Oliver Joensen, blaðstjóri




