Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Afturvendandi ágangur!

John William Joensen

Byggiharrarnir í Havn eru nú aftur í fjølmiðlunum í lobbyørindum sínum.

Í reinari øvund smæðast teir ikki fyri at ákæra føroyskar handverkarar og arbeiðarar fyri at fáa ov góðar sømdir frá føroyskum myndugleikum, tá teir leita sær burtur í onnur lond at arbeiða. Hetta er ikki fyrstu ferð. Hvørja ferð ein útstykking er gjørd í Havn, hoyra vit sama skammleysa níðingssjengrið. Í fleiri umførum er sami ágangur framdur, og fyri fáum árum síðani eydnaðist tað eisini at fáa undanfarna landsstýrið at oyðileggja korini hjá teimum, sum høvdu leitað sær burtur í vinnu, í so mikið stóran mun, at teir vóru tvingaðir heim aftur – nógvir til ALS  og arbeiðsloysi í longri tíð.

Flestu av handverkarunum og arbeiðarunum, helst gott og væl hundrað í tali, sum eru einahelst í Danmark og Noregi, eru úr útjaðaraøkjunum í Føroyum – teir eru rýmdir undan avtoftingarpolitikki, arbeiðsloysi og neyðarstøðu og hava vunnið sær virðing, har teir arbeiða. Viðurskiftini er góð bæði til tryggleika og vinning, men persónligi prísurin, hesir menn gjalda við at vera burtur frá sínum kæru og arbeiða kanska 12 – 14 tímar um dagin, er høgur. Hetta er ikki nakað, sum enteprenørar í Havn ella lágfloygda Búskaparráði afturvendandi nýtast at øvunda teimum.

Fyri føroyska samfelagið, serliga útjaðaraøkini, eru hesar familjur stórur vinningur. Inntøkan kemur til skattingar og nýtslu í føroyska samfelagnum, og familjurnar hava framvegis møguleika at verða búgvandi úti í økjunum. Alternativið er tvangsútskriving til arbeiði í Hoyvíkshaganum – fyri eina tíð. Síðani er nærliggjandi, at øll familjan flytur til Havnar – beint ímóti lovaðu økismenning politikaranna, ella at stungið verður í sekkin og flutt verður burtur til okkurt liviligari samfelag.

Hesir menn royna "at smíða sær eydnuna góða við teimum evnum, sum Gud teimum gav". Eitt landsstýrið, við Javnaðarflokkinum á odda eigur sjálvandi at stuðla slíkum monnum, sum skjótt eru einasta vón um lívbjarging í útøkjunum, kanska serliga í Suðuroynni, har arbeiðsloysi er størst. Eru handverkarar ein mangulvøra í Føroyum, soleiðis sum byggiharrar og lobbyistar í Havn vilja vera við, átti landsstýrið kanska at knýtt ein tekniskan skúla upp í komandi skúladepilin í Suðuroynni, har fleiri handverkarar kundu verið klæktir, sjálvt um røddir í høvuðsstaðnum eisini øvunda hesum.

Globaliseringin er komin til Føroya. Hon gongur allar vegir, bæði til og frá. Bátsbandið er farið í søguna. Tíðin við pliktarbeiði í Suðurstreymoy átti at verið farin við Múrinum. Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Bárður Nielsen, hevur til fulnar skilt veruliga trupulleikan og sýnir neyðuga dirvið til ikki at lata seg taka av fótum av lobbyistunum, har er einki ivamál. Spurningurin er nú bert, hvat Føroya løgmaður vektar meira – økismenningina ella loyalitet móti nýggja javnaðar-borgmeistaranum í Havn. Okkara ráð skulu vera : Latið arbeiðarar og handverkarar við dirvi og árræði hava frið og náðir at lívbjarga sær og sínum sum frægast.