Tað var dramatikkur og hørð kapping, tá kappingin um at skera agn var á skránni.
5 luttakarar vóru við og skuldu teir skera makrelarnar í 5 skurar. Gjørdu teir ikki tað, so bleiv tíð løgd afturat. Og tað var hetta, sum hendi og tí bleiv eitt sindur av dramatikki um, hvør vann. Men vinnarin gjørdist Rúni í Hjøllum. Nummar tvey gjørdist Jógvan Heinesen og nummar trý gjørdist Tróndur Simonsen.




