Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ågot – sjómannakonur hava listaframsýning

John William Joensen

Sjómannakonur hava listaframsýning umborð á Ågot á Sjómannadegnum og Lydia Petersen hevur aftur í ár framsýning í skúrinum hjá Bragd.

Á Føroya Sjómannadegi verður í ár eitt nýtt tiltak umborð á Ågot. Línu- og garnaskipið verður nevniliga karmur um eina forkunnuga listaframsýning, har listafólkini hava tað til felags, at tær alla hava menn, ið eru sjómenn. Tær eru Barbara Biskopstø, Berit Norðoy, Hanna Dalsenni, Hedvig Matras, Dagny Tróndheim, Marjun Kalsø, Sigga Petersen og Vera Mørkøre. Framsýningin er opin allan Sjómannadagin. Myndevnini spenna sera víða heilt frá abstraktum kompositiónum til myndalíknandi endurgeving av náttúruni.

Undanfarin ár hevur Lydia Petersen havt listaframsýning við sínum egnu myndum og aðrari list í skúrinum hjá Bragd. Soleiðis verður eisini í ár.

Ågot fer at liggja niðanfyri heilsøluna hjá Kjølbro og skúrinum hjá Bragd liggur longri norðuri á Stongunum. Framsýningarnar verður opnar allan Sjómannadagin. Sí skránna.

Haldið eyguni opin, tí væntandi verða aðrar framsýningar eisini á skránni.