Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ágrýtin, virkisfús og framtakshugað…

Oliver Joensen

Millum annað tað, segði borgarstjórin, Jógvan Skorheim, tá Katrin Jacobsen fekk handað “Ársins Rósu” 2015 í samband við tiltakið Jólaskipið. Hóast veðrið var sera vánaligtl so vóru tey mong, ið høvdu leitað sær út í Klaksvík hetta kvøldið. Jógvan Skorheim segði:

Gott kvøld øll somul!

Fyrst og fremst vil eg bjóða øllum jólamonnunum vælkomnum til Klaksvíkar.

Nú Jólaskipið hevur lagt at, eru vit næstan klár at halda jól. Men vit mangla enn ein týdningarmiklan part – nevniliga at kjósa og heiðra ársins rósu.

Ársins rósa verður hvørt ár latin borgara, sum ger eitt stórt arbeiði fyri samfelagið uttan fíggjarligan vinning, og aftur í ár vóru nógv góð fólk í uppskoti til heiðurin.

So vit kunnu altso aftur í ár staðfesta, at vit eiga ómetaliga nógvar borgarar, sum við áhuga og arbeiðssemi ríka okkara samfelag og skapa trivnað.

Tað virðið, sum alt hetta sjálvbodna arbeiðið skapar, kann slett ikki gerast upp í krónum og oyrum.

Tímarnir, sum verða brúktir eftir vanligu arbeiðstíðina, kunnu heldur ikki gerast upp í kvarta, hálva ella fulla tíð.

Tann innsatsurin, sum sjálvbodnar eldsálir leggja fyri hvønn dag í øllum møguligum frítíðar- og áhugafeløgum, verður gjørdur upp í persónligari og sosialari virðisskapan.

Ársins rósa er ein sonn eldsál, sum hevur gingið á odda í einum lokalum felagsskapi.

Hon er ágrýtin,

hon er virkisfús

og hon er framtakshugað.

Hetta hevur seinastu mongu árini gjørt hana til ein trúfastan og høgt virdan leiðara.

Hon verður lýst sum eitt rættvíst menniskja, sum torir at taka kampin upp og standa við tað, sum hon heldur er rætt.

Felagið, har hon seinastu mongu árini hevur verið forkvinna, hevur ment seg nógv seinastu árini.

Hon var sjálv íðkari á ungum árum. Men felagið datt niðurfyri, og virksemið lá stilt í næstan 20 ár, áðrenn hon í 1998 var við til at endurstovna tað.

Fyri tveimum árum síðani hendi eisini ein stór menning, við tað at hon og restin av felagnum valdu at seta ein lærdan útlendskan venjara til teir umleið 300 íðkandi limirnar.

Ársins rósa hevur í hesum sambandi eisini prógvað sítt stóra, blíða og fyrikomandi virði við at integrera hendan venjaran í føroyska samfelagið.

Hetta hevur hon gjørt so væl, at venjarin er blivin gerandisgestur í heimi hennara, og mær er fortalt, at hann enntá kallar hana “mamma”. Hetta sigur nærum alt um persónin, sum í kvøld verður heiðrað sum ársins rósa.

Heiðurin tilkemur bæði ársins rósu sjálvari, men eisini manni og synum hennara, sum øll árini hava verið trúfastir stuðlar aftanfyri tað stóra arbeiðið, hon hevur avrikað.

Hon hevur fyri stuttum sagt sessin sum forkvinna í Klaksvíkar fimleikafelag frá sær, og hetta er tí eisini heilt rætta stundin at takka henni fyri tað risastóra arbeiðið, hon hevur gjørt føll hesi 17 árini, síðani felagið varð endurstovnað.

Ársins rósa 2015 eitur Katrin Jacobsen!