Tað er málið við venjingartilboðnum, sum Ven og Virka bjóðar fram til øll í Norðoyggjum, sum eru 60 ár og eldri.
Tað er málið við venjingartilboðnum, sum Ven og Virka bjóðar fram til øll í Norðoyggjum, sum eru 60 ár og eldri.
Eyðbjørg Joensen, fysioterapeutur frá Ven og Virka sigur, at tað er umráðandi at førleikamenna fólk, ið eru komin upp í árini, soleiðis at tey kunnu vera so sjálvbjargin sum møguligt, so leingi sum møguligt.
Tað er ein sannroynd, at tað er ongin sjálvfylgja, at vit halda vøddar og likam okkara viðlíka tá vit eldast. Vit hava ofta lyndi til at detta niður í stólar og sofur, og tað kann gera at vit gerast minni sjálvbjargin enn vit annars kundu verið tá árini gerast mong.
153 60+ á skeiði í vetur
Vit á Ven og Virka hava nú koyrt skeið, undir kvøldskúlanum, fyri fólk, ið eru komin nakað til árs og eldri fólk, 60+ sum vit vanliga sig í trý ár.
Tá vit byrjaðu fyri trimum árum síðani, meldaðu 30 seg at luttaka í skeiðnum, árið eftir komu 120 á hetta venjingarskeiðið og í vetur hava heili 153 fólk gingið á venjingarskeið hjá okkum í 20 vikur, eitt kvøld um vikuna.
Sámal Petur Sólheygg 86 ára gamalur skeiðsluttakari
Vit hittu Sámal Petur Sólheygg ein dagin hann var gongutúr á ringvegnum og ein dagin í Ven og Virka. Sámal Petur er sera positivur um venjingarnar hann hevur fingið á Skeiðnum.
Eg skal siga tær, sigur Sámal Petur, at eg eri ótrúliga væl nøgdur við, at konan meldaði okkum bæði til skeiðið. Hetta hevur at kalla givið mær førleikan aftur. Nú gangi eg túr hvønn tann einasta dag, og tað má eg mest takka fysioterapeutunum á Ven og Virka fyri.
Hetta hevur gjørt mær ógvuliga gott, eg havi alla tíðina kent, hvussu góðar venjingarnar hava verið fyri vøddarnar hjá mær. Eg skal siga tær, at einaferð í vetur, kom tað so fyri, at eg mátti leggja tvey venjingarkvøld burturímillum.
Tá eg tá kom aftur til venjingarnar, føldi eg væl at motorikkurin hjá mær var ikki tann hann hevði verið, so lítið skal til, at førleikin gerst vánaligari. Nú hetta skeiðið er liðugt, eru gongutúrarnir hjá mær álneyðugur fyri at halda venjingina við líka. Alternativið er at eg gerist óhjálpin, og tað vil eg fyri alt í verðini ikki, sigur 86 ára gamli Sámal Petur Sólheygg at enda.
Fara undir nýtt skeið
Eyðbjørg Joensen sigur, at nú verður farið undir nýtt summarskeið í Ven og Virka. Hetta skeiðið verður skipað við tveimum venjingum hvørja viku, og varðir tí í 8 vikur. Hvør venjingin tekur 45-50 minuttir Týdag og Hósdag.
Málið er sum sagt førleikamenning og at motivera fólk at røra seg meira, serstakliga tá skeiðið er av og summarið er byrjað.
Tað er Heri Johnsson, fysioterapeutur, ið kemur at taka sær av hesum skeiðunum. Tey, sum hava hug at førleikamennaseg, kunna ringja til Hera á tlf. 592307 at fáa nærri at vita um 60+ førleikamenningarnar.




