Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áheitan á Býráðslimir

John William Joensen

Nú er má nakað munagott henda við miðbýnum. Fyrstu formarnir mugu reisast áðrenn tunnilin letur upp

Fyrst vil eg takka býráðslimum fyri tað arbeiðsorku sum eg veit verður lagt í býráðsarbeiði her í Klaksvík, býnum og fólkinum at frama.
Eisini eri eg fult greiður yvir at arbeiði við at fáa fíggjarætlanina at hanga saman er er eitt sera torført arbeiði.
Tørvurin er stórur á øllum økjum og trýsti á býráðslimirnar kemur tí frá øllum frontum.
Men tað er eingin ivi um at Klaksvíkar Kommuna er á einum vegamóti
Tað sum býráðslimir tí skulu taka støðu til er ikki hvat vit hava ráð til, men heldur hvat vilja vit.
Eingin hevur ráð til at vera eftirbátur heldur ikki Klaksvíkar Kommuna.
Fólkatalið í Norðoyggjum er minkað síðan miðskeiðis í 80 unum, og eigur hetta at vera tikið í stórsta álavara.
 
Miðbýurin
Míðbýurin í Klaksvík er framvegis óbygdur, og er hetta ein mynd av at Klaksvík ikki enn hevur megnað at bygt sær ein savnandi miðdepil.
Eg fari tí at heita á býráðslimir um at standa sum ein maður og saman við privatum íleggjarum at byggja miðbýin við handilsmiðstøð og mentanarhúsið.
So skjótt sum fyrstu formarnir vera reistir í miðbýnum fer tað at hava eina dragandi megi av øðrum vinnu- og handilslívið sum sjálvsagt vilja vera har sum nakað hendir.
So leingi miðbýurin, liggur óbygdur, verður hann eitt symbol upp á, at í Klaksvík er ikki rúm fyri stórum virksemið og globalari mentan.
Eg veit at uppgávan ikki er løtt at loysa, men hendir einki í miðbýnum áðrenn tunnilin letur upp, er tað ein katastrofa fyri Klaksvík og Klaksvíkar býráð. 
Nú er hin lagaliga løtan har kravið er at menn og kvinnur tora at prioritera, tí hóast tørv á ymiskum økjum so verður tað miðbýurin sum í framtíðini verður symbolið upp á Klaksvík. 

"Hyggja vit aftur í søguna hava klaksvíkingar altíð tora at brotið upp úr nýggjum. Men latið okkum ikki brúka meira tíð upp á at lesa søgu, latið okkum heldur skriva søgu."
 
Ein vina heilsan
John William Joensen,
klaksvíkingur