Frá borgarstjóranum í Klaksvík og Runavík
Aftaná fleiri royndir við skivum og fundum við Fíggjarmálaráðið, tó uttan úrslit, vilja undirritaðu borgarstjórar í Klaksvíkar og Runavíkar kommunum í felag enn einaferð heita inniliga á landsstýris-mannin um at steðga ætlanini um at leggja niður deildirnar hjá Toll- og Skattstovu Føroya í Klaksvík og Runavík.
Grundgevingar okkara fyri hesi inniligu áheitan eru m.a.:
at slíkar niðurleggingar av siðvandum stovnum kring landið geva sera stóran og oyðileggjandi ótryggleika millum fólk kring landið
at hetta tekur grundarlagið undan royndunum hjá stóru kommunum okkara at skapa eitt umhvørvi fyri fólk við útbúgving
at hetta er í stríð við samfelagsbygnaðin av økjum kring landið í politiskt góðkenda grøna álitinum, sum bæði land og kommunur hava viðgjørt og sagt seg taka undir við og vilja arbeiða eftir.
at hetta er beint í stríð við strembanirnar hjá bæði landsstýri og kommunum at skapa og nøra um
teir nátúrligu kraftardeplarnar kring landið
at niðurleggingar kring landið økja um ræðandi sentraliseringina, sum at enda fer at elva til, at deplunum kring landið verður ikki lív lagað
at tað gevur onga meining soleiðis at bróta niður uppbygdar stovnar, fyri síðani at byggja nýggja stovn upp heilt frá botni
at tað er púra óskiljandi, at landið eftir fyrst at hava keypt og gjørt í stand bygningar nú
hálsar um og vil brúka meira pening til nýggjar bygningar á øðrum plássi hetta er ikki sparing!
Tann mannagongd, sum landsstýrið her brúkar við at siðvandir og uppbygdir stovnar, sum í mannaminni hava verið í okkara kommunum, nú brádliga við einum pennastroki verða avtiknir, er skaðilig og oyðileggjandi fyri trivnaðin í økjunum kring landið.
Hetta ber ikki boð um stóra virðing fyri teimum fólkum, sum hava røkt og røkja almenn størv úti um landið. Tað økir ongantíð um avrikið at skapa ótryggleika, tvørturímóti.
Fyri tað fyrsta eru bygningar í báðum kommunum tøkir, innrættaðir til endamálið. Hinvegin hevur landið ongan bygning tøkan til sama endamál á tí plássi, sum landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at hann ætlar at seta á stovn eina nýggja deild hjá Toll- og Skattstovu Føroya.
Her er ilt at fáa eyga á nakran annan logikk enn, at landsstýrismaðurin fer at brúka meira pening enn neyðugt er, samstundis sum hann flytir eina deild úr teimum fólkatættastu býunum, sum eru í hesum báðum økjum, ikki minst tá talan er um um vinnulívið, innflutning v.m..
Tað ber á tað borðið, at hesar niðurleggingar eru ein liður í eini sentralisering, har alt at enda verður í høvuðsstaðnum, og ein verður leiddur at hugsa, hvat tað næsta kann fara at verða.
Tað er ilt at fáa eyga á nakra linju í landstýrissins politikki, tá tað snýr seg um økini kring landið.
Í kommunuálitinum, sum bæði landsstýri og løgting hava viðgjørt og samtykt at arbeiða víðari eftir, verða Føroya lutaðar upp í 7-9 øki, sum hvørt hevur sín nátúrliga depil eitt kraftarsentur.
Endamálið við tí álitinum er at fáa lagt ein fastan bygnað fyri økini kring landið nøkur kraftar-sentur, har bæði landsalment, kommunalt og privat virksemi skal skapa grundarlag fyri vøkstri og menning, bæði vinnuliga og trivnaðarliga.
Umráðandi er, at bæði land og kommunur halda seg til hesa linjuna, soleiðis at deplarnir kring landið fáa ein møguleika og eitt ávíst grundarlag til at skapa ein trivna, ið kann virka sum mótvekt ímóti tí støðugu sentraliseringsgongd, ið er sera sterk.
Henda fráboðan landsstýrismansins er als ikki í tráð við hesa samtyktu linjuna og er eitt álvarsamt skot fyri bógvin fyri stabilitetin kring landið.
Tilvildarlig og skiftandi stýring sum hendan skapa ótryggleika, sum er eitt sera ógvisligt og effektivt vápn við oyðileggjandi ávirkan, ið tekur burtur sjálvsálitið og styrkina, har hann rakar.
Her haltar álvarsliga hjá landsstýrinum at halda seg til eina samlaða linju í politikkinum kring landið. Á henda hátt kunnu stovnar kring landið ikki kenna seg tryggar nakra løtu at verða ryktir
upp við rót av landsmynduleikanum, sum samstundis stovnar sama stovn av nýggjum í eini grannabygd.
Grundleggjandi er hetta ein styrkur fyri sentraliseringsgongdina í samfelag okkara.
Klaksvíkar og Runavíkar býráð mótmæla staðiliga hesum politikki.
Hitt verður inniliga á landsstýrismannin í fíggjarmálum um at hugsa seg um enn einaferð viðvíkjandi fráboðaðu niðurleggingini av Toll- og Skattstovu Føroya í Klaksvík og í Runavík, sum bert fer at økja um útreiðslur landskassans, og sum hvørki er í tráð við siðvenju ella við nakra áður lagda politiska linju fyri økini kring landið.




