Nú er eitt ár síðani, at Ìsland kom í svára kreppu,tá alt Ìslanska bankakervið fór á heysin eftir fáum døgum,tí at nøkur fá ikki høvdu kent sær hógv.
Síðani hevur Ìslanska stjørnin togast við IMF lánistovnin, um eitt lán,so til ber at koma burtur úr teimun ringasta trupuleikunum,men higartil er bert ein lítil partur av tí játtaða láninum útgoldið Ìslandi.Orsøkirnar skulu ikki komast nærri inn á her,men rímuliga greitt er,at Ìsland hevur fylgt flestu krøvunum frá IMF.
Nakað eftir at Føroya Landstýri bjóðaði Ìslandi lán,samtyktu øll Norðurlond at gera tað sama,men higartil hevur onki Norðurland vilja goldið Ìslandi ta játtaða lánið út.Orsøkina siga tey vera, at tey bíða eftir boðum frá IMF lánistovninum,sum skal siga gott fyri, at lánini frá Noreg,Danmark,Svøriki og Finlandi skulu gjaldast út.
Nú øll Norðurlond møtast í Stockholm til árliga Norðurlanaráðsfundin ,er tað eitt gott høvi hjá føroysku limunum í Norðurlandaráðnum og løgmanni, at gera vart við teir trupuleikar sum Ìsland er í.Tað kann ikki vera rætt, at bert Føroyar og Polen higartil hava goldið Ìslandi lánini,meðan norðurlond sita hendur í favn og bíða eftir boðum frá øðrum.
À sama hátt ,sum føroyingar fiskaði seg úr kreppuni,so fara íslendingar sum frálíðir at gera tað sama.
Við heilsan Henrik Old




