Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áheitan á løgmann um at kallað løgtingið saman

John William Joensen

Àheitan um at innkallað Løgtingið til at viðgera umbøn um eykajáttan til Strandfaraskip Landsins – til umvæling av stabilisatorunum á Smyrli.

Undirritaði hevur ídag eftir egnari umbøn, verið á fundi við Dánjal Andreasen,stjóra á Strandfaraskipum Landsins fyri at fáa eina kunning um støðuna viðv. dokking av Smyrli og alneyðugu umvælingini av stabilisatorunum á skipinum.
Eisini kunnaði stjórin undirritaða um avleiðingarnar av at Smyril ikki sleppur í dokk ætlaða tíðarskeið í oktober 2008.

Støðan hevur skund og er neyðugt at fáa nevndu játtan til vega til strandferðsluna, um ikki vandi skal verða fyri at skipið ikki sleppur í dokk sum ætla og harvið kemur at sigla uttan stabilisatorar og má avlýsað túrar tá veðrið/vindmegin er meir enn 15-20 m pr.sek.

Hetta er ikki ein støða sum vit sum suðringar og vinnan í suðri kunnu liva við, hetta er okkara einasta farleið til meginøki og má verða reglulig og trygg at ferðast á.

Leiðslan á Strandferðsluni hevur inniverandi viku eftir, til at fráboða reiðarínum hjá St. Ola um teir skulu leiga skipið ella ikki og somuleiðis er umráðandi at fáa váttað hjá leiðsluni yvirfyri skipasmiðjuni , at skipið kann komað í dokkina hjá skipasmiðjuni í Fredericia tann 07. Oktober 2008

Um hetta ikki verður møguligt, er vandi fyri enn størri kostnaði enn tær umbidnu góðu 8.8 milliónirnar sum Standferðslan sendi umbøn um til Løgmálaráðið tann 21.maj 2008.

Undirritaði vil hervið heita á løgmann um at kallað løgtingið saman sambært tingskipan løgtingsins § 59. stk 2 , at viðgera og avgreiða umsóknina frá Strandfaraskipum Landsins um játtan av neyðugu Kr. 8.8 milliónum til neyðuga arbeiði í skal gerast á stabilisatorarnar á Smyrli.

Vónandi tekur Løgmaður hesa áheitan mína í størsta álvara og gongur áheitan míni á møti.

Virðingarmest
Johan Dahl
løgtingslimur