Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áheitan: Mangla egnarar á Stongunum

Norðlýsið

Kallanes fær ikki róð út í løtuni, tí tað er so trupult at fáa línuna egnda.

Kallanes fær ikki róð út í løtuni, tí tað er so trupult at fáa línuna egnda.

Skiparin á Kallanes, Árni Zachariassen, heitir á fólk um at hjálpa til, um tað ber til. Tí Kallanes sleppur ikki avstað í kvøld, tí ov fáir stampar eru egndir. Um tað liggur fyri hjá onkrum at egna nakrar stampar, so er bara at møta upp í skúrinum hjá Kallanes norðuri á Stongunum.

Kallanes hevði ein sera góðan dag í dag, 11.500 pund, sum teir selja á søluni í morgin. Eini 1000 pund av hýsu, restin er toskur.