Nevndarformaðurin í FK í Norðoyggjum – heitir á veljarar um ikki at stuðla Jórun Høgnesen og Rana Nolsø
Nú ein hevur gingið nógv í býnum og uttan fyri býin, gleðist ein um at síggja tað vakra arbeiði, sum okkara býargartnari saman við sínum fólki hevur gjørt. Tøkk skullu tey hava fyri tað.
Sjálvt um vit leggja merki til, at okkara heiðafuglur er í minking, so hava vit kortini havt vitjan av villdunnum, sum ongantíð áður í Vágsbø.
Tí fer undirritaði at heita á okkara borgarstjóra, Steinbjørn Jacobsen, um at fáa gjørt eina tjørn við hólmum, fleiri hyljum og øllum tí sum hartil hoyrir, smáar rásir, benkir o.a..
Hetta hevði fingið villdunnurnar at støðast og verið eitt livandi prýði í býi okkara. Her verður fyrst hugsað um okkara yngstu borgarar, sum vit ofta og títt møta í býnum, og okkum onnur, sum her búleikast – og til teir turistar, sum tíðum vitjað bý okkara.
Undirritaði veit eisini at tað ikki eru so nógvir pengar í kommunukassanum, men kanska okkara nýggju borgarar í Svínoy og á Kalsoynni kunnu hjálpa okkum við at gjalda fyri at príða um okkara høvuðsstað í Norðoyggjum.
N.B.
Undirritaði ferð einaferð enn, at takka tær Steinbjørn fyri tín stríðsvilja, fyri at fáa okkum eitt grundøkið at byggja FK-handil til okkara ca 2000 limir í FK.
Men enn hevur tað ikki eydnast tær – ein høvuðsorðsøk er at tíni tjóðveldisumboð ikki hava bakka teg upp í hesum.
Tí farið eg at mæla okkara 2000 limum til ikki at stuðla Jórum Høgnesen og Rana Nolsø – hvørki til býráði ella løgtingið.
Andras Miðskarð




