Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áheitan til Eyðgunn og Aksel um at verja tunnilin norður um fjall.

Oliver Joensen

Norðoya Javnaðarfelag lívligan aðalfund.

Fitt av fólki møtti til aðalfundin hjá Noroya Javnaðarfelag. Tveir nevndarlimir stóðu fyri valið og vóru Eyðgunn Samuelsen og Søren Olsen vald í nevndina, Søren Olsen er nývaldur. Á fundinum luttóku Hans Pauli Strøm landstýrismaður, Eyðgunn Samuelsen, Andrias Petersen og Aksel Johannesen, ið júst nú hevur sætið á tingið. Jákup Mikkelsen býráðslimur luttók eisini á fundinum. Fundurin átalaði tað niðurraðfesting, ið nýggja býráðssamgongan fremur innan sosiala øki og heitti á býráðsumboðini um framhaldandi at verja sosiala øki, bæði í býráðsumsitingini og býnum annars.
Politiska støðan, hvørji mál samgongan ætlar at fremja í hesi tingsetuni og íløguætlanin hjá landinum vóru eisini viðgjørd. Fundurin samtykti einmælt at Tunnilin Norð um Fjall skal ikki nertast.
Nevndin er nú hendan:
Signhild Joensen
Tummas Lervig
Eyðgunn Samuelsen
Dora Joensen
Sørin Olsen, nývaldur
Nevndin skipar seg seinni í vikuni.