Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áhugafígging av føroyska spælifilminum Ludo

Tíðindaskriv

Fáa Føroyar ein nýggjan spælifilm? Tað vóna vit, Katrin Ottarsdóttir, leikstjóri, og Hugin Eide, framleiðari, sum í meiri enn tvey ár hava arbeitt við filmsverkætlanini \”Ludo\”.

Fáa Føroyar ein nýggjan spælifilm? Tað vóna vit, Katrin Ottarsdóttir, leikstjóri, og Hugin Eide, framleiðari, sum í meiri enn tvey ár hava arbeitt við filmsverkætlanini “Ludo”.

Filmurin er næstan liðugur, men enn írestar fígging til tað seinasta eftirarbeiði, t.d. ljóðeftirarbeiði, ljóðmix, colorgrading, tónleik, tekstir, biografdiskar osfr.

Ein part av hesi fígging royna vit nú at fáa til vega við áhugafígging (á enskum: crowd funding) umvegis alnótina.

Til hetta er gjørd ein stuðulssíða á Indiegogo.com, har greitt verður frá verkætlanini, og har eisini ein stuttur treylari er at síggja.

Leinki til áhugafíggingarsíðuna: http://igg.me/at/LUDO-a-Faroese-feature-film

Á síðuni kann ein og hvør – privatpersónar og fyritøkur – stuðla filmsgerðini við eini størri ella minni upphædd.

Alt eftir støddini á stuðulsupphæddini, fáa stuðlararnir ymist afturfyri stuðulin, t.d. innbjóðing til frumsýning, navn sítt á eftirtekstirnar, atgond til at downloada filmin, eina dvd-fløgu við filminum ella dvd-fløgur av eldri filmum hjá Katrini Ottarsdóttir. Møguleiki er eisini at fáa navn sítt á fortekstirnar sum “associate producer”.

Áhugafíggingarátakið byrjaði fyri 11 døgum síðani og varir til 6. mai 2014.

Higartil hava 18 fólk – úr Føroyum, Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi og USA – stuðlað filminum við tilsamans 1.315 evrum. Málið er 6.000 evrur, og eru sostatt 22 % av upphæddini fingin til vega nú.

Tað eru 15 ár síðani seinasta føroyska biograffilm (Bye Bye Blue Bird), og vit vóna at fólk – og fyritøkur – taka væl undir við áhugafíggingarátikinum, so Føroyar kunnu fáa enn ein biograffilm.

Vit eru so nær við málið, og tað er óberiligt, um tað ikki fer at eydnast.


Um filmin:

Filmurin er eitt psykologiskt drama um eina 11-ára gamla gentu, ið er fangað sum gísli millum myrka sinnalagið hjá mammuni og hjálparloysið hjá pápanum. Filmurin fer fram ein dag og eina nátt í lívinum hjá hesi ungu familju í eini føroyskari bygd. At síggja til ein vanlig, eydnurík familja – mamma, pápi og dóttir – men skjótt merkist, at her býr okkurt ófrættakent undir yvirflatanum og bara bíðar eftir at eksplodera.

Filmurin er knappar 70 minuttir til longdar.


Leikarar í filminum eru Lea Blaaberg, Hjálmar Dam, Hildigunn Eyðfinsdóttir, Gunnvá Zachariasen og Bárður Persson


Filmsliðið er hetta:

Handrit, leikstjórn og klipping: Katrin Ottarsdóttir

Fotografur: Natascha Rydvald (DK)

Fotografassistentur: Rógvi Rasmussen

Senografur: Edward Fuglø

Ljóð: Jón McBirnie

Ljós, script: Kenneth Jørgensen

Hjálparfólk: Sigtórur Andreasen, Janus Hansen, Hjørdis H. Eide, Barbara Hilduberg, Annie Eystberg

Matmøður: Inge Petersen & Elsa Petersen

Klipping: Katrin Ottarsdóttir

Tónleikur: Sune Køter Kølster

Framleiðslustjóri: Hugin Eide


Kostnaður:

Samlaða fíggjarætlanin fyri filmun er knappar 650.000 krónur. Hetta er bara 5 % av hvat ein “bíligur” danskur spælifilmur kostar!

Grunnar, stovnar og fyritøkur hava stuðlað filminum við tilsamans 225.000 krónum. Umframt tað 59 privatpersónar stuðlað við tilsamans 25.000 í einum áhugafíggingarátakið í fjør.

Eginfígging frá leikstjóra og framleiðara er 250.000 krónur, umframt at tey ikki hava goldið sær sjálvum løn fyri arbeiðið.

Tey ið higartil hava veitt filminum fíggjarligan stuðul eru:

Grunnar og stovnar: Mentanargrunnur Landsins, Filmsgrunnur Norðurlandahúsins og Klippfisks, Tórshavnar Kommuna, Fjølrit, VisitFaroeIslands, Danske Filminstruktører

Privatar fyritøkur: P/f Poul Michelsen, Hotel Føroyar, Effo, SPEKT, BankNordik, Eik Banki, Tryggingarfelagið Føroyar, Advokatskrivstovan, Advokatfelagið, Faroe Ship

– umframt 59 privatpersónar í áhugafíggingarátakið okkara í fjør, og higartil 18 privatpersónar í nýggja áhugafíggingarátakinum.


Leinki:

Filmurin á heimasíðuni hjá Blue Bird Film: http://www.bluebirdfilm.dk/Ludo.html

Facebook: https://www.facebook.com/LudoAFeatureFilmByKatrinOttarsdottir