Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áhugaverd konsert í Christianskirkjuni

John William Joensen

Kantatan JØRÐ fyri Kór og orkestur í Christianskirkjuni fríggjakvøldið 4. juli.

Í sambandi við 100 ára haldið verður kantatan, sum varð skrivað til 25 ára hátíðarhaldið hjá Norðurlandahúsinum, at hoyra í Christianskirkjuni 4. juli kl 20.00.

Kantatan, sum Kári Bæk hevur skrivað til yrking hjá Róa Paturssyni, er fyri blandað kór og orkestur og verða tað ensemblið Aldubáran og kórið Tarira, sum framføra verkið undir leiðslu av Bernhardi Wilkinson.

Kantatan varð umbiðin av Norðurlandahúsini til 25. ára hátíðarhaldið.

Á skránni í Christianskirkjuni hin 4. juli fer Aldubáran eisini at spæla eitt verk og kórið Tarira fer at syngja sangir, sum eru við á nýggju fløguni, kórið gevur út dagin leygardagin 5. juli.