Listaskúlin á Biskupsstøð skipar aftur í ár saman við Klaksvíkar Kvøldskúli fyri áhugaverdum skeiðum innan málningalist í mai mánaði 2009.
Tað er kendi danski listamálarin og fakbókarithøvundurin, Birger Møller, sum aftur hesaferð verður lærari á skeiðunum, sum eftir ætlan nú verða 3 í tali. Skeiðsstaður er Listaskúlin á Biskupsstøð.
Birger Møller er útbúgvin á grafisku deildini á Skúlanum fyri Brúkslist og á Kunstakademiinum, Warszawa.
Hann hevur útgivið fakbøkurnar: Acrylmaleri. Gyldendal 1990, Gyldendals lærebog i maleteknikker. Gyldendal 2001 og Malebogen. Gyldendal 2006.
Birger Møller hevur seinastu 23 árini undirvíst í málningalist á ymiskum listaskúlum og seinastu 19 árini fast við Århus Kunstakademi. Birger hevur í fleiri umførum verið í Føroyum og hildið skeið. Í komandi mánað kemur hann so aftur til Klaksvíkar at undirvísa. Tilmeldingini í Klaksvík stendur Archibald Black- tlf. 456177 fyri. Skeiðini verða á ymiskum torleikastigum.




