Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áhugaverd rennikapping á Ovastevnu

Danial Viðoy

– Renna ella ganga niða á Oyggjarmúla.

Tíðindaskriv: – Renna ella ganga niða á Oyggjarmúla.

Skipað verður fyri rennikapping fríggjakvøldið 12.august kl. 17 á Ovastevnuni. Kappingin er á trimum teinum. Børnini upp til 7 ár renna 400, meðan børn 8-10 og 11-13 ár renna 800 metur inni í bygdini, sum er ávíkavist ein og tvær rundur frá træbrúnni, heim á keiðina og aftur út á Træbrúgv, har málið er (sí kort).

Umleið kl. 17.15, tá børnini hava runnið renna vaksin og ung 14-17 av Træbrúgv og niðan á Oyggjarmúla. Fyri vaksin verður kappast í opnum bólki, umframt veteranar (45-54 ár) og superveteranar (55 ár og eldri). Teinurin er ul. 1555 metur. Til ber sjálvandi eisini at ganga teinin um onkur hevur hug til tess.

Træbrúgvin liggu við sjóvarmálan, meðan Oyggjarmúli er í ul. 140 metra hædd yvir havinum. Hesin teinurin var nógv nýttur í sambandi við venjing til kappróður tá nólsoyingar gjørdu seg galdandi innan hesa ítróttargrein í áttatiárunum. Tilmelding til kappingina hjá Jógvan tlf. 21 60 20, jt@fse.fo. Til ber eisini at melda til á staðnum frá kl. 16.30-17.00 fríggjakvøldið. Tað er ókeypis at luttaka.