Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áhugaverd sending á R7 kl. 13 – 15 (FM 107)

John William Joensen

Norðlýsið verður baði í luftini (FM 107) og stroyma á netinum her á heimasíðuni nú seinrapartin og skráin er sera spennandi.

Norðlýsið verður baði í luftini (FM 107) og stroyma á netinum her á heimasíðuni nú seinrapartin og skráin er sera spennandi.Skráin til sendingina hjá Norðlýsinum á R7 er bæði fjølbroytt og spennandi í dag. 

kl.13 koma Eileen og Steintóra frá Bindifestivalinum á gátt. Bindifestivalurin verður hildin í Fuglafirði í døgunum 14. til 16. apríl og aftur í ár er skráin bæði áhugaverd og fjølbroytt. Vit fara at hoyra eitt sindur um skránna og um Bindifestivalin sum heild eisini. 

kl.13.30 koma Rebekka Fuglø og Julian Gregersen, sum bæði renna fyri Treysti, á vitjan. Rebekka og Julian skulu bæði renna í ársins seinastu vetrarkapping í Runavík í morgin. Undan kappingini er Rebekka nummar eitt í kvinnukappingini, ímeðan Julian er nummar trý í samlaðu kappingini hjá monnum. 

kl.14 kemur Jógvan Skorheim, borgarstjóri á vitjan. Hann fer at fortelja eitt sindur um nøkur av teimum málunum, sum vóru fyri á býráðsfundi í gjár, har eitt nú nýggjur húsarhaldsskúli, nýggj fimleikahøll og ein lund á Vágsbøi vórðu umrødd. 

kl.14.30 fáa vit forkunnuga vitjan, tá ið nakrir av harrunum úr bólkinum Danny and the Veetos koma á gátt. Teir hava veruliga sligið seg fastar í føroysk tónleikaheiminum, og í løtuni arbeiða teir við fyrstu fløguni, sum teir ætla at geva út seinni í ár. Teir hava eisini ljóðførini við sær, so vit verða ivaleyst send til vikuskifti í góðum lag.