Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áhugaverd vitjan úr Odense

John William Joensen

”Seniorblæserne” fara komandi hóskvøld 10. juni, kl. 20:00, at hava konsert í Christianskirkjuni.


Hesin bólkur av ”eldri” blásarum byrjaði fyri 10 árum síðani. Frá at vera einir 8-10, allir pensionistar, eru tey nú 18 tónleikarar. Øll hava leikt við ymiskum orkestrum áðrenn tey møttust í ”Seniorblæserne”. Tey hava tað til felags at tey ikki bara vilja gevast fyri tað um tey eldast. Løgini, ið framførd vera, eru kend donsk løg, okkurt føroyskt lag og nakað av nýggjum tilfari.
Vitjað verður runt í Føroyum hesa vikuna og hóskvøldi eru tað so vinarbýurin hjá Odense, ið fær vitjan. Øll eru hjartaliga vælkomin til konsertina, sum byrjar kl. 20:00 og er liðug kl. 21:00.