Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áhugaverd vitjan

John William Joensen

Hesa vikuna hava vit í Klaksvík forvitnisliga vitjan, av "H.C. Andersen Paraden", í sambandi við, at 200 ár eru liðin síðani H.C. Andersen varð føddur. Í Danmark verður hetta hátíðarhildið alt árið við ymiskum tiltøkum.

Vitjanin hjá "H.C. Andersen Paraden" er komin ílag av vinarbýarsamstarvinum millum Klaksvík og Odense, eitt áhugavert samstarv ígjøgnum mong ár. Tey seinastu árini tó við einum heldur lágum blussi, men ætlanin er at fáa meiri burturúr vinarbýarsamstarvinum komandi árini.
Her í Føroyum verður hetta eisini hátíðarhildið á ymiskan hátt. Løgmaður  og landsstýrismaðurin í Mentamálum hava lisið ævintýr hjá H. C. Andersen í Norðurlandahúsinum. Eisini hava Føroyar fingið sín egna H. C. Andersen sendiharra, sum er Eyðun Johannesen.
H.C. Andersen er vorðin eitt vørumerki fyri Danmark úti í heimi. Hann er heimskendur. Hetta hevur givið nógva og góða umtalu, bæði innan mentan og vinnulív.
Hetta leiðir tankarnar til tað, sum var nógv frammi undan valinum í november. At vit í Klaksvík mugu fáa vinnu og mentan at virka sum eina sterk eind. Vit í Klaksvík eiga nógv góð fólk, vit kundu givið eitt sjónligari pláss í okkara gerandisdegi. Eins og høvdu sagt okkum sum búgva her, føroyingum og ferðafólki nakað um søguna hjá okkum.
Tá vit sum ferðafólk vitja býir úti í heimi, verður altíð fortalt sum serstakar persónar, bygningar, standmyndir og minnisplátur. Hetta er ein partur av søguni hjá býnum vit vitja. Hetta gevur okkum upplýsingar, sum ger at vit koma betur at kenna býin og harvið fáa eina størri uppliving.
Í Klaksvík kundi verið nógv at tikið fram. Tað er gleðiligt at vit hava fingið eina standmynd av okkara fremsta vinnulívsmanni. Umráðandi er at vit fortelja eftirkomarum, føroyingum og ferðafólki hvørji vit eru.
Tað hevur verið frammi í býráðshøpi, at áhugavert hevði verið at gjørt eina minnispark av okkara fremstu skaldum og rithøvundum. Tað kundi so verið ein byrjan. At vit í Klaksvík kunnu ganga runt so at siga og uppliva okkara egnu søgu og harvið styrkja okkara samleika sum bý.
Í dag er H.C. Andersen ein heimskend "fyritøka", sum selir Odense og Danmark. Hetta er nakað vit í Klaksvík eiga at taka upp. Okkum mangla ikki fólk, sum vit kunnu heiðrað á hendan hátt.
Gunvá við Keldu
býráðslimur