Hóskvøldið var árligi aðalfundurin í Vinnulívsráðinum í Klaksvík.
Fundurrin staðfesti, at tørvur er á vinnulívsráðinum, serliga við atliti til tær stóru broytingar, sum longu nú merkja og koma at merkja Klaksvík, bæði vinnuliga og búsetingarliga.
Samskifti til og úr Klaksvík er meir enn 10 falda síðani Norðoyatunnilin lat upp. So tað er givið, at Føroya næst størsti býur er mitt í eini stórari broytingartíð. Tað er ein uppgáva hjá Vinnulívsráðinum at fylgja væl við og vera við til at skorða upp undir, at Klaksvík veruliga mennist í hesum broytingartíð.
Gestarøðari á aðalfundinum var nýsetti stjórin í SamVit, Elin Heinesen.
Elin greiddi áhugavert og væl frá teimum tankum og ætlanum, sum SamVit arbeiðir við. M.a. fer SamVit at taka internetið í álvara og fyriskipa góðari tjóðar ‘branding’ tann vegin.
Eisini liggja fleiri ítøkilig mál í SamVit, sum serliga hava við upplivingarbúskapin at gera.
Fundurin endaði við eini gjøgnumgongd av Íverksetarahúsinum higartil, sum Rani Nolsøe, menningarstjóri, legði fram. Stóri áhugin fyri Íverksetarahúsinum higartil vísir greitt, at átakið er komið væl frá byrjan.
Formaðurin næstan øll árini síðani stovnanina av Vinnulívsráðinum í 1992, Jógvan við Keldu, bar seg undan afturvali.
Í nývaldu nevndini sita Karl Birgir Isaksen, KBI, Hilmar Danielsen, El-in, Elsubeth Poulsen, NFCS, Heini Hansen, Com-Data og Rani Nolsøe, Íverksetarahúsið.
Vinnulívsráðið í Klaksvík




