Fyri norðoyingar sum ynskja at síggja áhugaverdan altjóða fótbólt verður ein spennandi dystur í kvøld.
Fyri fyrsu ferð nakrantíð verður ein føroysk-íslendsk uppgerð millum feløg á Djúpumýru. Stjarnan vann fyrra dystin 3-1 í Íslandi, so enn er einki avgjørt, tí í Føroyum hevur Víkingur spælt væl síðstu tíðina.
Dysturin byrjar kl. 18.00. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo
