Dagurin byrjaði tíðliga við verkstovu, har børn lærdu at mála eina føroyska blómu og helt áfram allan dagin við verkstovum, sum allar fagnaðu føroysku náttúruni.
Vit plantaðu, gjørdu blómuprýði, vóru á blómuveiðu og smakkaðu køkuna, sum vann køkukappingina “Søta Blóma” Dagurin endaði við eini gandakendari løtu í vøkru viðarlundini úti í Grøv, har fólk hugnaðu sær við grillunum og spæli í ánni, meðan Steintór og vinfólk undirhildu Hetta gera vit aftur!








