Áhugabólkurin fyri eldir í Norðoyggjum skipar fyri.
Í Ósaskúlanum mánadagin 29. septembur 2008 kl. 1900.
Fyrilestrarhaldari: Haldis Seedorf, fyristøðukvinna & ráðgevi.
Haldis Seedorf (fødd Nolsøe) vaks upp í Klaksvík. Hon hevur verið leiðari og ráðgevi innan eldrarøktina í Gentofte Kommunu í 32 ár og hevur sostatt nógvar royndir og útbúgvingar á økinum.
Eldraøkið er ofta uppi at venda í almenna kjakinum, so vit hildu tað vera viðkomandi at biðja Haldis koma at tosa um t.d. nýggjar leiðir í røktini av vaksandi talinum av eldri borgarum og soleiðis geva eitt íkast til orðaskiftið um evnið.
Tað er ”áhugabólkurin fyri eldri” í Norðoyum, ið hevur tikið stig til hetta tiltakið. Áhugabólkurin hevur 10 ár á baki í ár. Vanliga hevur bólkurin í minsta lagi 2 tiltøk um árið. Fyrr í summar høvdu vit vitjan av orkestrinum ”Gamle Venner”, og var undirtøkan sera góð.
Áhugabólkurin fyri eldri
í Norðoyum.




